fo / en
Totalview HR rekruttering
Ment av Formula

Tannlækni

STARVSLÝSING

Tannlækni til barnatannrøktina hjá Tvøroyrar kommunu
 
 
Barnatannrøktin

Barnatannrøktin kannar og viðgerð børn og ung í aldrinum 0-18 ár í Tvøroyrar, Fámjin og Hvalbiar kommunu. Tannrætting fer fram við seravtalu, har serlækni javnan vitjar í viðtaluni. Barnatannarøktin umfatar á leið 500 børn og ung í aldrinum 0 – 18 ár. Barnatannrøktin leggur stóra áherslu á fyribyrgjing og vitjar skúlar og barnagarðar fyri at kunna og læra um tannrøkt.

Barnatannrøktin á Tvøroyri heldur til í hugnaligum hølum í miðbýnum á Tvøravegi 46, har tað eru tvær klinikkir og rúmligt frálærurúm, skrivstova og móttøka v.m.

Barnatannrøktin arbeiðir við talgildari journalskipan og røntgenskipan, ávikavist TK2 og Digora.

Starvsfólkini í tannrøktini eru 6 í tali, leiðandi tannlæknin, 3 klinikkatstøðingar, ein tannrøktari og eitt reingerðarfólk.

Umframt vanliga klinnikk- og tannlæknarøktina verður løgd stór áherðsla á fyribyrgjandi arbeiði, har tannrøktin vitjar í skúla og barnagarði, við frálæru og kunning um tannrøkt.

Hvør ert tú?

Tað er ein fyrimunur at hava royndir innan barnatannrøkt, men er ikki eitt krav. Vit vænta tó, at tær dámar at arbeiða við børnum og ungum umframt at arbeiða við fyribyrgjandi arbeiði. Eisini leggja vit dent á nærlagni og sjálvstøðugt arbeiði. Vit vænta eisini, at tú hevur góð samstarvsevni, ert jalig/ur og fyrikomandi, og hevur góð pedagogisk evnir.

Setanarviðurskifti

Løn og setanarviðurskifti eru sambært galdandi sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið KAF og Dansk Tandlægeforening.

Nærri upplýsingar fáast við at venda sær tl Fróða Mortensen, Kommunustjóri á tlf. 611085.

Umsókn og freist

Talan er um fast starv frá 1. januar 2024, ella skjótast gjørligt.

 

Umsókn saman við prógvum, CV og møguligum viðmælum, v.m., skulu vera Tvøroyrar kommunu í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 24. november 2023, kl. 12.00.  (Barnaváttan verður umbiðin til møguliga setanarsamrøðu) 

 

Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Fróða Mortensen, kommunustjóri á tlf. 611085.

 

Tvøroyrar Kommuna

 

Lagt út tann
01. nov. 2023
Starv
Tannlækni
Starvsheiti
Tannlækni
Virki
Tvøroyrar kommuna
Deild
Barnatannrøktin
Umsóknarfreist
24. nov. 2023
Byrjunardagur
01. jan. 2024
Henda síðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kunna gera tína uppliving betri.
Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal.
Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at fara til síðuna um farspor