Leys størv
Starvslýsing: Lívbjargari til svimjihylin á Tvøroyri
Tvøroyrar kommuna søkir eftir lívbjargara til svimjihylin á Tvøroyri at byrja 1. februar 2026, ella skjótast gjørligt.
Arbeiðsuppgávur
At arbeiða sum lívbjargari í vaktarskipan (arbeiða 1 viku frí í 2 vikur)
At virka fyri, at trygdin verður hildin í svimjihøllini
At virka fyri, at reinførisreglur verða hildnar
At rudda høll, brúsudeildir v.m.
Aðrar uppgávur kunnu vera
At samstarva um nýggj hugskot til frama fyri brúkarar
At taka lut í ymiskum røktararbeiði av svimjuhylinum
Førleikar
Hevur lívbjargararoynd, fyrstuhjálparskeið og góðar eginleikar at lívbjarga
(Lívbjargaraskeið kann takast eftirfylgjandi og verður fyriskipað og goldið av kommununi. Ætlanin er at hava lívbjargaraskeið í aðru viku í januar 2026 í svimjihylinum í Tvøroyrar skúla)Hevur góðar samstarvsevnir
Er blíður, fyrikomandi, nærlagdur, røkin og álítandi
Hevur áhuga og hugsjónir innan svimjing
Hevur góða heilsustøðu (heilsuváttan krevst)
Tú kemur at starvast saman við einum av verandi lívbargarum tær fyrstu vikurnar.
Setanar- og lønarviðurskifti
Arbeitt verður í einari skiftisskipan, har tríggir lívbjargarar skiftast um at arbeiða eina viku í part og hava frí tvær vikur
Harumframt er eitt reingerðarfólk knýtt at svimjihøllini
Arbeitt er niðursetta tíð svarandi til 0,15 starv
Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Starvsfelagið, lønarflokkur 2, svarandi til eina løn á beint yvir kr. 4.000,- um mánaðin, umframt eftirløn, fyri arbeiði í eina viku og frí í tvær vikur, samsvarandi opningartíðunum í svimjihylinum
Tilvísing er til tekniska leiðaran hjá Tvøroyrar kommunu.
Áhugaði eru vælkomin at ringja til umsitingina hjá Tvøroyrar kommunu fyri at hoyra nærri um starvið á tlf. 611085, ella tosa við ein av virkandi lívbargarunum.
Umsókn saman við prógvum, heilsuváttan og møguligum viðmælum skal vera kommununi í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 9. Januar 2026 kl. 12.00.
(Samb. lóg verður Tvøroyrar kommuna at útvegar barnaváttan, áðrenn setanin kann fremjast endaliga.)
Um svimjihylin
Svimjihylurin er vanliga opin hesar tíðir (broytingar kunnu tó henda):
Týsdag: 16.00 – 19.00 (3 tímar)
Tórsdag: 16.00 – 19.00 (3 tímar)
Fríggjadag: 17.00 – 20.00 (3 tímar)
Leygardag: 13.00 – 17.00 (4 tímar)
Sunnudag: 08.30 – 10.30 (2 tímar)
Søk starvið>>> her:
Umsøkjarar verða mettir eftir fakligum og persónligum førleikum, og Tvøroyrar kommuna tilskilar sær rættin til ikki at seta nakran av umsøkjarunum og – um neyðugt – at lýsa starvið leyst av nýggjum.
Bókhaldari til Tvøroyrar kommunu
Hava tøl og bókhald tín áhuga? So ert tú kanska júst tann, vit leita eftir.
Tvøroyrar kommuna søkir eftir bókhaldara ella skrivstovufólkið til bókhaldið hjá kommununi. Talan er um fulltíðarstarv.
Starvsøkið
Tú verður partur av bókhaldinum hjá Tvøroyrar kommunu, sum er ein týðandi partur av tí dagliga virkseminum og fíggjarstýringini hjá kommununi. Arbeiðið fevnir m.a. um:
røkt av kreditorum og debitorum
bókhald og fakturering
lønarbókhald og lønarflytingar
inngjøld og avstemming av bankakontum
skjalhald og viðkomandi skrásetingar
samskifti við veitarar, starvsfólk og borgarar
aðrar skrivstovu- og avgreiðsluuppgávur eftir tørvi
Tú fært ein sjálvstøðugan og fjølbroyttan arbeiðsdag og góða upplæring í teimum skipanum og mannagongdum, sum Tvøroyrar kommuna nýtir.
Førleikakrøv
Vit vænta m.a., at tú:
hevur skrivstovu- ella aðra viðkomandi útbúgving við kunnleika til bókhald
– ella royndir, ið kunnu javnsetast við útbúgvinghevur góðan kunnleika til bókhaldsarbeiði
dugir at arbeiða við teldu og kanst avgreiða skrivstovu- og málsviðgerðaruppgávur
hevur góðan KT-førleika og fært sett teg inn í nýggjar skipanir
Fyrimunur, hóast ikki krav, er um tú hevur royndir frá fyrisiting og/ella:
bókhaldsskipanini Microsoft Dynamics NAV
lønarskipanini Løttløn
málsviðgerðarskipanini Public 360°
Microsoft Office 365 (serliga Excel og Outlook)
Vit ímynda okkum, at tú:
hevur góð samstarvsevni og trívist í toymisarbeiði
kanst arbeiða sjálvstøðugt og taka ábyrgd
hevur gott yvirlit og ert nærløgd/-ur og væl skipað/-ur
ert fyrikomandi og tænastusinnað/-ur í samskifti við borgarar, starvsfólk og veitarar
dugir væl føroyskt í skrift og talu, og megnar at samskifta á donskum og enskum
Setanar- og lønartreytir
Starvið er fulltíðarstarv, 39 tímar pr. viku, og verður lønt og sett sambært sáttmála millum
Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Starvsfelagið.
Skrivstovustarvið er partur av bókhaldinum hjá Tvøroyrar kommunu, við tilvísing til fíggjarleiðaran, sambært starvsfólkaskipanini hjá Tvøroyrar kommunu.
Starvið verður at seta 1. januar 2026 ella eftir nærri avtalu.
Nærri fæst at vita
Áhugaðir umsøkjarar, ið ynskja at frætta nærri um starvið, eru vælkomnir at venda sær til:
Amy Bech, fíggjarleiðara
Telefon: 226013
Teldupostur: amy@tvoroyri.fo
Umsókn
Send okkum umsókn saman við:
avritum av prógvum
lívsrensli (CV)
møguligum viðmælum við upplýsingum um royndir
Revsiváttan kann verða umbiðin til møguliga setanarsamrøðu.
Allar umsóknir skulu vera Tvøroyrar kommunu í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 19. desember 2025, kl. 12.00.
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði, og tínar dátur verða strikaðar eftir setanartilgongdina, tá vit hava funnið rætta viðkomandi til starvið.
Umsøkjarar verða mettir eftir fakligum og persónligum førleikum. Tvøroyrar kommuna tilskilar sær rættin til ikki at seta nakran av umsøkjarunum og – um neyðugt – at lýsa starvið leyst av nýggjum.
Um Tvøroyrar kommunu
Tvøroyrar kommuna fevnir um bygdirnar Froðba, Tvøroyri, Trongisvág, Ørðavíkslíð og Ørðavík, og búgva tað umleið 1.730 fólk í kommununi. Tvøroyrar kommuna hevur umleið 120 fólk í starvi. Í umsitingini arbeiða 11 fólk. Meira fæst at vita á heimasíðuni hjá Tvøroyrar kommunu: www.tvk.fo.
Starvsfólk til Teknisku Deild
Tvøroyrar kommuna søkir eftir tveimum starvsfólkum til Teknisku Deild.
Arbeiðsuppgávur
Arbeiðsuppgávurnar fevna í høvuðsheitum um:
• røkt og viðlíkahald av øllum ognum hjá Tvøroyrar kommunu
• arbeiði við vegum, bygningum, kloakk- og vatnkervi, fríðkan av økjum, reinhaldi o.a.
• aðrar fyrifallandi uppgávur eftir tørvi
Tú verður at vísa til arbeiðsformannin. Tú mást tola at skifta millum virkisøkir og átaka tær ymiskar uppgávur, tá serligur tørvur er á hesum, herímillum úrtíðararbeiði.
Førleikakrøv
Væntað verður, at tú hevur viðkomandi fakligan kunnleika og arbeiðsroyndir innan anleggsarbeiði.
Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir innan handverksvinnuna, t.d. betong- ella timburarbeiði, men tað er ikki ein treyt at hava sveinabræv.
Tú skalt hava koyrikort til persónbil (B).
Koyrikort til lastbil (C) er ein fyrimunur, men ikki ein treyt – tó skal tú vera til reiðar at útvega tær hetta, um mett verður neyðugt.
Royndir sum maskinførari eru eisini ein fyrimunur.
Sum persónur ert tú forvitin, ágrýtin og samstarvssinnaður. Tú tekur ábyrgd, arbeiðir sjálvstøðugt og skipað, og tú ert fyrikomandi og arbeiðssamur – ein liðleikari, ið gevur eitt jaligt íkast til starvsplássið.
Setanar- og lønartreytir
Starvið er tímalønt, 40 tímar um vikuna, og verður lønt og sett sambært fastlønarsáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Føroya Arbeiðarafelag.
Møtistaðið er verkstaðurin hjá Teknisku deild á Hvítanesi, tó kann hetta broytast eftir tørvi.
Tú verður partur av tekniska toyminum, sum telur 14 starvsfólk, harav 2 starvast á grøna økinum og 3 starvast í umsitingini.
Størvini verða at seta 1. desember 2025 ella eftir nærri avtalu. (Fyrstu tríggir mánaðirnir eru royndartíð)
Nærri fæst at vita
Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við:
Jón Michael Borgardal, arbeiðsformann, ella Georg Müller, leiðara av Teknisku deild, á telefon 611085 gerandisdagar kl. 08.00–16.00.
Umsókn
Send umsókn saman við avritum av prógvum, lívsrensli (CV) og møguligum viðmælum við upplýsingum um arbeiðsroyndir umvegis leinkjuna niðanfyri.
(Sambært løgtingslóg hevur arbeiðsgevarin skyldu til at útvega sær barnaváttan, áðrenn viðkomandi verður settur í starv.)
Allar umsóknir skulu vera Tvøroyrar kommunu í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 21. november 2025 kl. 12.00. (Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði)
Umsøkjarar verða mettir eftir fakligum og persónligum førleikum. Tvøroyrar kommuna tilskilar sær rættin til ikki at seta nakran umsøkjara, og – um neyðugt – at lýsa størvini leys av nýggjum.
Tvøroyrar kommuna fevnir um bygdirnar Froðba, Tvøroyri, Trongisvág og Øravík, og har búgva umleið 1.775 fólk. Kommunan hevur umleið 120 starvsfólk, og í umsitingini starvast 11 fólk.
Meira fæst at vita um kommununa á: www.tvk.fo
Tvøroyrar kommuna søkir eftir fíggjarleiðara
Tvøroyrar kommuna leitar nú eftir nýggjum fíggjarleiðara, vegna at núverandi fíggjarleiðari gevst fyri aldur. Starvið er eitt týdningarmikið leiðarastarv í kommununi, har tú verður ábyrgdarhavandi fyri fíggjardeildini og partur av leiðslutoyminum.
Arbeiðsøki og ábyrgd
at fyrireika og leggja fram fíggjarætlan, roknskap og langtíðarætlanir
at ráðgeva borgarstjóra, kommunustjóra og politisku nevndirnar í fíggjarligum viðurskiftum
at tryggja góða fíggjarstýring, eftirlit og greiningar
at menna og dagføra fíggjarskipanir og mannagongdir
at hava leiðsluábyrgd fyri starvsfólkum í fíggjardeildini
Førleikar og royndir
útbúgving innan roknskap, búskap ella fíggjarstýring
royndir við fíggjarligari umsiting, serliga innan almenna geiran, verða mettar sum fyrimunur
leiðsluroyndir og góð evni at skapa samstarv og álít
telduførleiki; kunnleiki til Navision og journalskipanir er ein fyrimunur
Persónligar dygdir
Vit vænta, at tú ert ábyrgdarfull/ur, miðvís/ur og framsíggin, dugir at arbeiða sjálvstøðugt og skipað, og hevur evni at samskifta greiðliga við bæði starvsfólk, politikarar og borgarar.
Vit bjóða
eitt fjølbroytt og avbjóðandi starv í eini kommunu í menning
góðar møguleikar fyri fakligari og persónligari menning
løn og treytir sambært galdandi sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og avvarðandi fakfeløg
Umsókn
Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Fróða Mortensen, kommunustjóra, á telefon 781122, teldupost frodi@tvoroyri.fo
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
Skrivlig umsókn, saman við avriti av prógvum og møguligum viðmælum, skal verða okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 24. oktober 2025, kl. 12.00.
Til møguliga setanarsamrøðu kann verða biðið um revsiváttan og barnaváttan.
Umsøkjarar verða mettir eftir fakligum og persónligum førleikum. Tvøroyrar kommuna tilskilar sær rættin til ikki at seta nakran av umsøkjarunum, og – um mett verður neyðugt – at lýsa starvið leyst av nýggjum.
Um Tvøroyrar kommunu
Tvøroyrar kommuna fevnir um bygdirnar Froðba, Tvøroyri, Trongisvág og Øravík, og tað búgva umleið 1.775 fólk í kommununi. Tvøroyrar kommuna hevur umleið 120 fólk í starvi. Í umsitingini arbeiða 11 fólk.
Meira fæst at vita á heimasíðuni hjá Tvøroyrar kommunu: www.tvk.fo
Tvøroyrar kommuna søkir eftir einum starvsfólki til kunningar- og móttøkudepilin hjá kommununi. Talan er um fulltíðarstarv (40 tímar um vikuna).
Um starvið
Starvsstaðið verður á kunningar- og tænastudeplinum hjá Tvøroyrar kommunu á Tvørávegi 37. Viðkomandi skal tola, at starvsstaðið kann verða flutt, og at arbeiðstíðin í hásesong, og tá serlig tiltøk eru á skrá kann liggja uttan fyri vanliga avgreiðslutíðir.
Tú verður partur av kunningar- og móttøku-toyminum hjá Tvøroyrar kommunu, sum er partur av fyrisitingini.
Arbeiðsøkið hjá toyminum fevnir m.a. um:
at avgreiða telefon og post
at taka ímóti og vegleiða borgarum og ferðafólkum
at avgreiða borgaratænastur, eitt nú fólkayvirlitið
at røkja móttøkuna og skipa fyri almennari kunning
at røkja og kunna um viðurskiftir á heimasíðuni og øðrum miðlum
at røkja ferðavinnu og menna ferðavinnuátøk
at fyriskipa tiltøkum í kommununi
at halda fundarrúm og samskipa fundir
at miðla og útleigan av kamping- og tjaldingarøki
at miðla og samskipa útleigan av hølum, hallum og vallum
at arbeiða við integratión og samskipa integratiónsmál
Førleikar og royndir
Vit vænta, at tú:
hevur viðkomandi útbúgving
hevur royndir frá líknandi starvið kann verða fyrimunir, men ikki nøkur treyt.
hevur góð evni at samskifta bæði skrivliga og munnliga
ert fyrikomandi, tænastusinnað/ur og dugir at arbeiða við ymiskum fólki
ert skipað/ur, sjálvstøðug/ur og ábyrgdarfull/ur
hevur telduførleika og megnar at seta teg inn í nýggjar skipanir
hevur áhuga fyri ferðavinnu og integratiónsmálum
Vit bjóða
eitt fjølbroytt starv í tøttum samstarvi við borgarar, ferðafólk og starvsfólk í kommununi
at gerast partur av einum lítlum men dugnaligum toymi
arbeiði í livandi og mennandi umhvørvi
løn og setanartreytir sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið (KAF) og avvarðandi fakfelag
Umsókn
Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Fróða Mortensen, kommunustjóra, á telefon 781122, teldupost frodi@tvoroyri.fo.
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
Skrivlig umsókn, saman við avriti av prógvum og møguligum viðmælum, skal verða okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 24. oktober 2025, kl. 12.00.
Til møguliga setanarsamrøðu kann verða biðið um revsiváttan og barnaváttan.
Umsøkjarar verða mettir eftir fakligum og persónligum førleikum. Tvøroyrar kommuna tilskilar sær rættin til ikki at seta nakran av umsøkjarunum, og – um mett verður neyðugt – at lýsa starvið leyst av nýggjum.
Um Tvøroyrar kommunu
Tvøroyrar kommuna fevnir um bygdirnar Froðba, Tvøroyri, Trongisvág og Øravík, og búgva tað umleið 1.775 fólk í kommununi. Tvøroyrar kommuna hevur umleið 120 fólk í starvi. Í umsitingini arbeiða 11 fólk.
Meira fæst at vita á heimasíðuni hjá Tvøroyrar kommunu: www.tvk.fo
NÁMSFRØÐINGAR TIL MÝRIFÍPUNA Í TRONGISVÁGI.
Søkt verður eftir námsfrøðingum til vøggustovu, barnagarð og frítíðarskúla, 20, 30 ella 40 tímar um vikuna og at byrja 4. august 2025 ella eftir nærri avtalu. Lesandi ið verða liðug við lesnað, summar 2025, eru vælkomin at søkja.
Vil tú vera við til at menna og menta børn á Tvøroyri ert tú vælkomin við í eitt vælvirkandi toymi, ið er nýhugsandi og kreativt. Starvsfólkabólkurin er samansettur við námsfrøðingum námsfrøðihjálparum og hjálparfólkum, ið arbeiða væl saman. Dentur verður lagdur á at skapa ein tryggan, mennandi og innihaldsríkaðan gerandisdag, við virðing og umsorgan fyri einstaka barninum og við støði í barnsins áhuga, undran og forvitni.
Stovnslýsing:
Barnagarðurin Mýrifípan er ein stórur stovnur, har 40 starvsfólk hava sína dagligu gongd. Stovnurin fevnur um vøggustovur, barnagarðsstovur og frítíðarskúlar.
Mýrifípan liggur í eini náttúruperlu í Trongisvági. Skúli, ítróttarhøll og fótbóltsvøllurin við Stórá eru beint við. Vit bjóða eitt áhugavert og mennandi arbeiðspláss, har tað er pláss fyri ymisleika, og námsfrøðin støðugt er í menning. Uppgávu lyfta vit øll í felag. Vit arbeiða út frá eini námsætlan, einum virðisgrundarlagið og mannagongdum, ið eru partar av stovninum.
Vit vanta at tú:
- leggur dent á virðisorðini tryggleiki, samstarv og fakligur førleiki, sum stovnurin hevur valt skulu hava størsta týdning í arbeiðinum við børnum.
- brúkar tína námsfrøðiligu vitan í dagliga arbeiðinum.
- kanst geva børnunum ein tryggan, mennandi og innihaldsríkaðan gerandisdag.
- hevur hug og áræði at skapa og seta dám á virksemið á stovninum.
- dugir at síggja tørvin hjá tí einstaka barninum.
- kanst arbeiða sjálvstøðugt og tekur ábyrgd.
- hevur góð samstarvsevnir við foreldur, starvsfólk og aðrar fakbólkar.
- vísir virðing fyri børnum, foreldrum og starvsfeløgum og virðir teirra ymisleika.
- sær avbjóðingar fram um forðingar og er hugaður fyri broytingum.
- hevur visiónir fyri námsfrøðiliga arbeiðinum og hevur hug og áræði at skapa og seta dám á virksemið á stovninum.
Setanarviðurskifti:
Lønin er smb. sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.
Meira fæst at vita:
Meiri fæst at vita um størvini, við at venda sær til leiðaran, Kari Joensen, á tlf. 218737 ella Barbaru Tausen varaleiðara á tlf.781162.
Umsókn:
Umsóknir, saman við prógvi og møguligum viðmælum, skulu vera okkum í hendi, í seinasta lagi mánadagin 11. juni 2025 kl.12.00.
Sambært §2 í barnaváttanarlógini hevur Tvøroyrar Kommuna skyldu til at fáa barnaváttan til vega áðrenn umsøkjari verður settur í starv.
Um námsfrøðingar ikki søkja starv, verður námsfrøðihjálpari ella hjálparfólk sett í tíðaravmarkað starv.
Tvøroyrar kommuna søkir eftir gartnara ella starvsfólki til grøna arbeiðsøkið
Hevur tú hegni við plantum og trívist tú úti millum trø, runnar og vøkstur? Tvøroyrar kommuna leitar eftir einum ábyrgdarfullum og eldhugaðum starvsfólki at gerast partur av okkara dugnaliga toymi á teknisku deild. Starvið fevnir í høvuðsheitum um røkt og viðlíkahald av grønu økjunum í kommununi – og ikki minst um samstarv við kirkjugarðsgravararan í samband við umsiting og røkt av kirkjugørðinum.
Talan er um eitt fulltíðarstarv, har tú fært møguleikan at seta tín dám á umhvørvið og vera við til at skapa eitt vakurt og vælrøkt býarrúm til gleði fyri borgarar og vitjandi.
Arbeiðsøki og uppgávur:
· Rakstur, umsjón og røkt av grønum økjum í kommununi – plantagur, trøð, runnar o.a.
· Samstarv við kirkjugarðsgravararan og røkt av kirkjugarðinum.
· Luttøka í grøna toyminum hjá teknisku deild.
· At veita ráð og vegleiðing um grøna røkt, um neyðugt.
· Aðrar fyrifallandi uppgávur á teknisku deild, eftir tørvi.
Vit vænta, at tú hevur:
· Útbúgving sum gartnari ella drúgvar royndir innan grønt arbeiði.
· Heilsu og orku at arbeiða úti alt árið.
· Evni at arbeiða bæði sjálvstøðugt og í toymi.
· Virðing fyri arbeiðinum á kirkjugarðinum -loysa uppgávurnar við virðing og tign.
· Gott handalag og ábyrgdarfult arbeiðslag.
Vit bjóða tær:
· Eitt fjølbroytt og týdningarmikið starv í einum kommunalum gerandisdegi.
· Samstarv við eitt roynt og hjálpsamt toymi.
· Góðar arbeiðsumstøður og arbeiðsøki við týdningi fyri trivnað og mentan.
· Setan sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Starvsfelagið, lønarflokkur 2.
Umsóknarfreist og kunning:
Meira fæst at vita við at venda sær til Georg Müller, tekniska leiðaran hjá Tvøroyrar kommunu, tlf. 611085 ella umvegis teldupost tvoroyari@tvoroyri.fo
Skrivlig umsókn saman við prógvi, møguligum viðmælum og øðrum viðkomandi skjølum skal sendast til Tvøroyrar kommunu, Tvørávegur 37, 800 Tvøroyri ella til teldupost tvoroyri@tvoroyri.fo, við frámerkið "Gartnari". Freistin at søkja starvið er tórsdagin tann 15. mai. 2025, kl.12.00.
Tvøroyrar kommuna skilar sær rætt til frítt at velja ímillum umsøkjararnar ella ongan at seta.
Starvsfólk til Teknisku deild
Tvøroyrar kommunu søkir eftir tveimum starvsfólkum M/K til Teknisku deild.
Arbeiðsuppgávur
Arbeiðsuppgávurnar fevna í høvuðsheitum um:
røkt av øllum ognum hjá Tvøroyrar kommunu-
tað verði seg viðlíkahald av vegum, bygningum, kloakk- & vatnkervinum, fríðkan av økjum, reinhaldi v.m.
aðrar fyrifallandi uppgávur eftir tørvsmeting
Tú verður at vísa til arbeiðsformannin. Tú mást tola at skifta millum virkisøkir og átaka tær uppgávur, tá serligur tørvur er á hesum, her ímillum úrtíðararbeiði.
Førleikakrøv
Vænta verður, at tú hevur viðkomandi fakligan kunnleika og arbeiðsroyndir til anleggsarbeiðir. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir innan handverksvinnuna, sum t.d. betong- og timburarbeiði, tað er tó ikki ein treyt, at tú hevur sveinabræv.
Tú skal hava koyrikort til persónbil. Stóra koyrikortið er ein fyrimunur, tó eingin treyt, men tú mást vera til reiðar at útvega tær stóra koyrikortið seinni, um mett neyðugt. Eisini er fyrimunir, um tú hevur royndir sum maskinførari.
Sum persónur ert tú forvitin og hevur hug at seta teg inn í nýtt arbeiði. Harafturat vænta vit, at tú ert samstarvssinnaður, ágrýtin, dugnaligur og vælskipaður. Tú kanst arbeiðir sjálvstøðugt, ert fyrikomandi og ein arbeiðsglaður liðleikari, ið gevur eitt jaligt íkast til starvsplássið.
Setanar- og lønartreytir
Starvið er tímalønt 40 tímar pr. viku og verður lønt og sett sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Føroya Arbeiðarafelag.
Tú verður at møta á verkstaðnum hjá Teknisku deild á Hvítanes -hetta kann tó broytast- og verður tú partur av toyminum, ið telur 11. fólk, har av 3 fólk í umsitingini.
Starvið verður at seta 1. august 2024 ella eftir nærri avtalu, og eru fyrstu tríggir mánaðirnir at rokna sum royndartíð.
Nærri fæst at vita
Áhugaðir umsøkjarar, ið ynskja at frætta nærri um starvið, eru vælkomnir at venda sær til Jón Michael Borgardal arb. form, ella Georg Müller leiðari av Teknisku deild, ið kunna røkkast á tlf. 611085, gerandisdagar 08.00-16.00.
Umsókn
Send okkum umsókn saman við avritum av prógvum, lívsrensli og møguligum viðmælum við upplýsingum um royndir umvegis leinkjuna niðanfyri.
(Samb. løgtingslóg, hevur arbeiðsgevarin skyldu til at útvega sær barnaváttan áðrenn viðkomandi verður settur í starv ella verður settur til uppgávuna)
Allar umsóknir skulu vera Tvøroyrar kommunu í hendi, í seinasta lagi fríggjadagin 12. juli 2024 kl. 12.00, og allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
Umsøkjarar verða mettir eftir fakligum og persónligum førleikum, og Tvøroyrar kommuna tilskilar sær rættin til ikki at seta nakran av umsøkjarunum og, um neyðugt, at lýsa starvið leyst av nýggjum.
Tvøroyrar Kommuna fevnir um Froðba, Tvøroyri, Trongisvág og Øravík, og tað búgva umleið 1775 fólk í kommununi. Tvøroyrar Kommuna hevur umleið 120 fólk í starvi. Í umsitingini arbeiða 11 fólk. Meira fæst at vita á heimasíðuni hjá Tvøroyrar kommunu www.tvk.fo
Leiðari til Tvøroyrar Kvøldskúla og frítíðarundirvísing.
Tvøroyrar kommuna søkir eftir dugnaligum og ágrýtnum leiðara til Tvøroyrar Kvøldskúla og frítíðarundirvísing at byrja 1. september 2024 ella skjótast til ber eftir hetta. Talan er um starv, sum er normerað til hálva arbeiðstíð.
Um starvið
Tvøroyrar Kvøldskúli og frítíðarundirvísing er grunda á løgtingslóg um frítíðarundirvísing, sum ásetur, at kommunur skulu seta á stovn almenna og serstaka frítíðarundirvísing hóskandi øllum borgarum í kommununi, ið eru eldri enn 14 ár.
Undirvísingin verður boðin út vetrarhálvuna, men undirvíst kann eisini verða í ávísum evnum um várið og um summarið. Frítíðarundirvísingin er sum útgangsstøði staðsett í Tvøroyrar skúla, men kann eisini verða í øðrum hølum í Tvøroyrar kommunu.
Leiðari skal leggja til rættis eitt fjølbroytt undirvísingar tilboð, bæði við lærugreinum innan almenna- og serstaka frítíðarundirvísing, har undirvíst verður innan handalig, listalig og ástøðilig evni.
Skipast kann eisini fyri lærugreinum innan yrki, sum miðja ímóti einum ávísum arbeiðsøki umframt skipa fyri royndar fyrireikandi undirvísing, ið kann enda við góðkendari roynd ella próvtøku.
Í starvinum kemur tú at hava samband við ymiskar áhugapartar, eitt nú næmingar, undirvísarar, skúlaleiðslu og umsiting hjá kommununi, umframt starvsfólk í fyrisitingini hjá Barna- og útbúgvingarmálaráðnum, ið er ábyrgdarpartur av frítíðarundirvísingini.
Førleikakrøv
· Hevur útbúgving sum fólkaskúlalærari ella samsvarandi útbúgving.
· Hevur royndir við undirvísing og námsfrøði.
· Leiðsluroyndir kann verða ein fyrimunur.
· Kann arbeiða í toymi og eisini sjálvstøðugt.
· Hevur hug og áræði at menna ein nútímans kvøld- og ungdómsskúla.
· Hevur áhuga og innlit í samfelags- og lokal viðurskifti í breiðum høpi.
· Hevur áhuga og kunnleika til fyrisitingarlig viðurskifti.
· Hevur góð samskiftis- og samstarvsevni.
· Er væl skipað/ur og fyrikomandi atferð.
Vanta verður,at tú dugir og tímir væl at samskifta bæði í talu og skrift við fólk innan ymisk yrki og samtíðis er smidlig/ur í mun til ymiskar arbeiðstíðir, og verður tú partvíst at starvast eftir vanliga arbeiðstíð.
Setanar- og lønarviðurskiftir
Talan er um eitt hálv tíðarstarv, samsvarandi sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Starvsfelagið.
Tvøroyrar Kvøld- og Ungdómsskúli vísir bygnaðarliga til kommunustjóran. Tvøroyrar býráð setur leiðaran í starv eftir tilmæli frá setanarbólki.
Fleiri upplýsingar um starvið
Fleiri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Fróða Mortensen, kommunustjóra á telefon 611085. Svarar gerandisdagar 09.00-16.00.
Umsókn
Skrivliga umsóknin, saman við CV, møguligum viðmælum og fylgiskjølum, skal sendast talgilt umvegis heimasíðuna hjá Tvøroyrar kommunu.
Samb. løgtingslóg, hevur arbeiðsgevarin skyldu til at útvega sær barnaváttan áðrenn viðkomandi verður settur í starv ella verður settur til uppgávuna.
Freistin at søkja starvið
Umsóknir skulu vera Tvøroyrar kommunu í hendi í seinasta lagi mánadagin 12. august 2024 kl. 12:00.
STARVSLÝSING
Tannlækni til barnatannrøktina hjá Tvøroyrar kommunu
Barnatannrøktin
Barnatannrøktin kannar og viðgerð børn og ung í aldrinum 0-18 ár í Tvøroyrar, Fámjin og Hvalbiar kommunu. Tannrætting fer fram við seravtalu, har serlækni javnan vitjar í viðtaluni. Barnatannarøktin umfatar á leið 500 børn og ung í aldrinum 0 – 18 ár. Barnatannrøktin leggur stóra áherslu á fyribyrgjing og vitjar skúlar og barnagarðar fyri at kunna og læra um tannrøkt.
Barnatannrøktin á Tvøroyri heldur til í hugnaligum hølum í miðbýnum á Tvøravegi 46, har tað eru tvær klinikkir og rúmligt frálærurúm, skrivstova og móttøka v.m.
Barnatannrøktin arbeiðir við talgildari journalskipan og røntgenskipan, ávikavist TK2 og Digora.
Starvsfólkini í tannrøktini eru 6 í tali, leiðandi tannlæknin, 3 klinikkatstøðingar, ein tannrøktari og eitt reingerðarfólk.
Umframt vanliga klinnikk- og tannlæknarøktina verður løgd stór áherðsla á fyribyrgjandi arbeiði, har tannrøktin vitjar í skúla og barnagarði, við frálæru og kunning um tannrøkt.
Hvør ert tú?
Tað er ein fyrimunur at hava royndir innan barnatannrøkt, men er ikki eitt krav. Vit vænta tó, at tær dámar at arbeiða við børnum og ungum umframt at arbeiða við fyribyrgjandi arbeiði. Eisini leggja vit dent á nærlagni og sjálvstøðugt arbeiði. Vit vænta eisini, at tú hevur góð samstarvsevni, ert jalig/ur og fyrikomandi, og hevur góð pedagogisk evnir.
Setanarviðurskifti
Løn og setanarviðurskifti eru sambært galdandi sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið KAF og Dansk Tandlægeforening.
Nærri upplýsingar fáast við at venda sær tl Fróða Mortensen, Kommunustjóri á tlf. 611085.
Umsókn og freist
Talan er um fast starv frá 1. januar 2024, ella skjótast gjørligt.
Umsókn saman við prógvum, CV og møguligum viðmælum, v.m., skulu vera Tvøroyrar kommunu í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 24. november 2023, kl. 12.00. (Barnaváttan verður umbiðin til møguliga setanarsamrøðu)
Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Fróða Mortensen, kommunustjóri á tlf. 611085.
Tvøroyrar Kommuna