fo / en
Totalview HR rekruttering
Ment av Formula

Húsavørður við Stórá

TVØROYRAR KOMMUNA SØKIR EFTIR HÚSAVØRÐI TIL ÍTRÓTTARØKIÐ VIÐ STÓRÁ AT BYRJA 1. MARS 2024.

Ítróttarøkið við Stórá er fyrst og fremst høvðissæti hjá fótbóltsfelagnum TB, men er eisini staðið har børn, ung og vaksin møtast fyri at íðkað fóltbólt og annan ítrótt.

 

VANGAMYND HJÁ UMSØKJARA

Útbúgving, royndir og førleikar:

  • handverkara útbúgving, kann vera ein fyrimunur, men ikki ein treyt 

  • er blíð-/ur, fyrikomandi, nærlagdur-/nærløgd, røkin, álítandi og góð samstarvsevnir

  • hug, evni og dáma væl at arbeiða við børnum og ungum

  • hevur hugsjónir og áhuga fyri ítrótt

 

Uppgávu v.m.:

  • at virka fyri, at reglugerðir viðv. trygd, reinføri og ruddiligheit kring felagshúsið og vøllin verða yvirhildnar

  • kunna arbeiða sjálvstøðugt, taka avgerðir og duga væl at samskifta

  • ábyrgd av dagliga rakstirnum av vøllinum og felagshúsinum, íroknað útleigan og reingerð

 

Setanar- og lønarviðurskifti:

  • talan er um hálvtíðar starvstíð (brøk 0.5)  svarandi til 19,5 tímar um vikuna

  • viðkomandi skal tola at arbeiða um kvøldi og um vikuskiftir

  • viðkomandi kann í serligum førum røkja uppgávur sum húsavørður á øðrum ognum hjá kommununi.

  • starvið verður lønt sambært sáttmála millum KAF og avvarandi yrkisfelag

  • tilvísing til tekniska leiðaran

 

Umsókn:

Umsóknin saman við prógvum, CV og møguligum viðmælum, v.m., skulu vera Tvøroyrar kommunu í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 23. februar 2024 kl. 12.00.   ~barnaváttan verður umbiðin til møguliga setanarsamrøðu

Fleiri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Fróða Mortensen, kommunustjóra á telefon 611085.

Lagt út tann
31. jan. 2024
Starv
Húsavørður
Starvsheiti
Húsavørður við Stórá
Virki
Tvøroyrar kommuna
Deild
Tekniska deild
Umsóknarfreist
23. feb. 2024
Byrjunardagur
04. mar. 2024
Henda síðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kunna gera tína uppliving betri.
Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal.
Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at fara til síðuna um farspor