fo / en
Totalview HR rekruttering
Ment av Formula

Skrivstovufólk

Skrivstovufólk til Tvøroyrar kommunu

 

Tvøroyrar kommunu søkir eftir skrivstovufólki til móttøkuna og bókhaldið. Tú kemur at røkja fundarhølir, ábyrgd av merkisdøgum, samskipa tænastu íbúð til kommunulæknar, svara telefon og avgreiða móttøkuna.

 

Tú verður at vísa til fíggjarleiðaran, og verður tú eftir tørvi at starvast á bókhaldinum. Tú mást tola at skifta millum deildir í umsitingini og átaka tær aðrar uppgávur, tá serligur tørvur er á hesum.

 

Førleikakrøv
Fyrimunur er, at umsøkjarin hevur skrivstovuútbúgving við kunnleika til bókhald, er fyrikomandi og hevur góð samstarvsevni og kann arbeiða sjálvstøðugt.

Vit vanta at tú tosar og skrivar føroyskt, danskt og enskt og tú dugir at arbeiða við teldu og kanst avgreiða skrivstovu- og málsviðgerðaruppgávur.

Fyrimunur, um enn ikki krav er at hava starvsroyndir við bókhaldsskipanina  Microsoft Dynamics NAV, lønarskipan løttløn, Public 360° málsviðgerð og førleikar at nýta Microsoft Office 365.

 

Høvuðsuppgávurnar eru m.a.:

·       Móttøkan, bókhald, kunningarstovan

·       Samskipa merkisdagar og tænastu íbúð til kommunulæknar

·       Svara telefon og telduposti

·       Samskifti við borgarar og veitarar

·       Aðrar skrivstovu- og avgreiðsluuppgávur eftir tørvi

 

Setanar- og lønartreytir
Starvið er fulltíðarstarv 39 tímar pr. viku  og verður lønt og sett sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Starvsfelagið.

 

Skrivstovustarvið er partur av bókhaldinum hjá Tvøroyrar kommunu, við tilvísing til fíggjarleiðaran, sambært starvsfólkaskipanini hjá Tvøroyrar kommunu.

Starvið verður at seta 1. apríl 2024 ella eftir nærri avtalu.

 

Nærri fæst at vita
Áhugaðir umsøkjarar, ið ynskja at frætta nærri um starvið, eru vælkomnir at venda sær til Amy Bech, fíggjarleiðara á tlf. 226013.

 

 

Umsókn
Send okkum umsókn saman við avritum av prógvum, lívsrensli og møguligum viðmælum við upplýsingum um royndir umvegis leinkjuna niðanfyri.

 

SØK HER

 

Allar umsóknir skulu vera Tvøroyrar kommunu í hendi, í seinasta lagi mánadagin 26. februar 2024 kl. 12.00, og allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. 

 

(Til møguliga setanarsamrøðu kann vera biði um revsiváttan)

 

Umsøkjarar verða mettir eftir fakligum og persónligum førleikum, og Tvøroyrar kommuna tilskilar sær rættin til ikki at seta nakran av umsøkjarunum og, um neyðugt, at lýsa starvið leyst av nýggjum.

 

Tvøroyrar Kommuna fevnir um Froðba, Tvøroyri, Trongisvág og Øravík, og tað búgva umleið 1775 fólk í kommununi. Tvøroyrar Kommuna hevur umleið 120 fólk í starvi. Í umsitingini arbeiða 11 fólk. Meira fæst at vita á heimasíðuni hjá Tvøroyrar kommunu www.tvk.fo

 

 

Lagt út tann
07. feb. 2024
Starv
Skrivstovufólk
Starvsheiti
Skrivstovufólk
Virki
Tvøroyrar kommuna
Deild
Skrivstovan
Umsóknarfreist
26. feb. 2024
Byrjunardagur
01. apr. 2024
Henda síðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kunna gera tína uppliving betri.
Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal.
Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at fara til síðuna um farspor