Lívbjargari
Endurlýsing "Lívbjargari til svimjihylin á Tvøroyri
Tvøroyrar kommuna søkir eftir einum lívbjargara til svimjihylin á Tvøroyri at byrja 1. februar 2025, ella skjótast gjørligt.
Arbeiðsuppgávur:
at arbeiða sum lívbjargari, herundir taka lut í vaktarskipan
at virka fyri, at trygdin verður yvirhildin í svimjihøllini
at virka fyri, at reinførisreglur verða yvirhildnar
at rudda høll, brúsudeild, v.m.
Aðrar uppgávur kunna vera:
at samstarva um nýggj hugskot, brúkarum til frama
at taka lut í svimjihallarteknikki.
at taka lut í ymiskum røktararbeiði av svimjuhylinum
at avgreiða atgongugjøld
Førleikar:
Umframt at hava lívbjargararoynd, fyrstuhjálparskeið og góðar eginleikar at lívbjarga, er ynskiligt at viðkomandi.
hevur góð samstarvsevnir
er blíður, fyrikomandi, nærlagdur, røkin og álítandi
hevur hugsjónir og áhuga innan svimjing
hevur góða heilsustøðu (heilsuváttan krevst)
Lívbjargskeiðið kann takast eftirfylgjandi og verður fyriskipa og goldið av kommununi. Fyrstu vikunar verður tú at starvast saman við einum av verandi lívbjargarum
Setanar- og lønarviðurskifti:
Arbeitt verður í einari skiftisskipan. -sum partur av toymi, 3 lívbjargarar og 1 vaskifólk, har lívbjargarar arbeiða í eina viku og hava frí í 2 viku. -Arbeitt er niðursetta tíð svarandi til 0,15.
Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Starvsfelagið, lønarflokkur 2, svarandi til eina løn á beint yvir kr./mðr. 4.000,- umframt eftirløn, fyri arbeiði í eina viku og frí í 2 vikur, samsv. tíðinar svimjuhylurin hevur opið.
Tilvísing er til tekniska leiðaran hjá Tvøroyrar kommunu
Áhugaði eru vælkomin at ringja til umsitingina hjá Tvøroyrar kommuna fyri at hoyra nærri um starvið. -tlf. 611085. -ella tosa við ein av virkandi lívbjargarum.
Umsóknin saman við prógvum, heilsuváttan og møguligum viðmælum v.m., skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 26. januar 2025. (Tvøroyrar kommuna útvegar barnaváttan áðrenn setanin kann fremjast endaliga(
Um svimjuhylin:
Svimjihylurin er vanl. opin hesar tíðir: (Broytingar kunna tó henda)
Týsdag 16:00 - 19:00. (3.t)
Tórsdag 16:00 - 19:00. (3.t)
Fríggjadag 17:00 - 20:00. (3.t)
Leygardag 13:00 - 17:00. (4.t)
Sunnudag 08:30 - 10:30. (2.t)
Tvøroyrar Kommuna
14. januar 2025