Starvsfólk til tænastudepilin
Tvøroyrar kommuna søkir eftir einum starvsfólki til kunningar- og móttøkudepilin hjá kommununi. Talan er um fulltíðarstarv (40 tímar um vikuna).
Um starvið
Starvsstaðið verður á kunningar- og tænastudeplinum hjá Tvøroyrar kommunu á Tvørávegi 37. Viðkomandi skal tola, at starvsstaðið kann verða flutt, og at arbeiðstíðin í hásesong, og tá serlig tiltøk eru á skrá kann liggja uttan fyri vanliga avgreiðslutíðir.
Tú verður partur av kunningar- og móttøku-toyminum hjá Tvøroyrar kommunu, sum er partur av fyrisitingini.
Arbeiðsøkið hjá toyminum fevnir m.a. um:
at avgreiða telefon og post
at taka ímóti og vegleiða borgarum og ferðafólkum
at avgreiða borgaratænastur, eitt nú fólkayvirlitið
at røkja móttøkuna og skipa fyri almennari kunning
at røkja og kunna um viðurskiftir á heimasíðuni og øðrum miðlum
at røkja ferðavinnu og menna ferðavinnuátøk
at fyriskipa tiltøkum í kommununi
at halda fundarrúm og samskipa fundir
at miðla og útleigan av kamping- og tjaldingarøki
at miðla og samskipa útleigan av hølum, hallum og vallum
at arbeiða við integratión og samskipa integratiónsmál
Førleikar og royndir
Vit vænta, at tú:
hevur viðkomandi útbúgving
hevur royndir frá líknandi starvið kann verða fyrimunir, men ikki nøkur treyt.
hevur góð evni at samskifta bæði skrivliga og munnliga
ert fyrikomandi, tænastusinnað/ur og dugir at arbeiða við ymiskum fólki
ert skipað/ur, sjálvstøðug/ur og ábyrgdarfull/ur
hevur telduførleika og megnar at seta teg inn í nýggjar skipanir
hevur áhuga fyri ferðavinnu og integratiónsmálum
Vit bjóða
eitt fjølbroytt starv í tøttum samstarvi við borgarar, ferðafólk og starvsfólk í kommununi
at gerast partur av einum lítlum men dugnaligum toymi
arbeiði í livandi og mennandi umhvørvi
løn og setanartreytir sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið (KAF) og avvarðandi fakfelag
Umsókn
Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Fróða Mortensen, kommunustjóra, á telefon 781122, teldupost frodi@tvoroyri.fo.
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
Skrivlig umsókn, saman við avriti av prógvum og møguligum viðmælum, skal verða okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 24. oktober 2025, kl. 12.00.
Til møguliga setanarsamrøðu kann verða biðið um revsiváttan og barnaváttan.
Umsøkjarar verða mettir eftir fakligum og persónligum førleikum. Tvøroyrar kommuna tilskilar sær rættin til ikki at seta nakran av umsøkjarunum, og – um mett verður neyðugt – at lýsa starvið leyst av nýggjum.
Um Tvøroyrar kommunu
Tvøroyrar kommuna fevnir um bygdirnar Froðba, Tvøroyri, Trongisvág og Øravík, og búgva tað umleið 1.775 fólk í kommununi. Tvøroyrar kommuna hevur umleið 120 fólk í starvi. Í umsitingini arbeiða 11 fólk.
Meira fæst at vita á heimasíðuni hjá Tvøroyrar kommunu: www.tvk.fo