Lívbjargari
Starvslýsing: Lívbjargari til svimjihylin á Tvøroyri
Tvøroyrar kommuna søkir eftir lívbjargara til svimjihylin á Tvøroyri at byrja 1. februar 2026, ella skjótast gjørligt.
Arbeiðsuppgávur
At arbeiða sum lívbjargari í vaktarskipan (arbeiða 1 viku frí í 2 vikur)
At virka fyri, at trygdin verður hildin í svimjihøllini
At virka fyri, at reinførisreglur verða hildnar
At rudda høll, brúsudeildir v.m.
Aðrar uppgávur kunnu vera
At samstarva um nýggj hugskot til frama fyri brúkarar
At taka lut í ymiskum røktararbeiði av svimjuhylinum
Førleikar
Hevur lívbjargararoynd, fyrstuhjálparskeið og góðar eginleikar at lívbjarga
(Lívbjargaraskeið kann takast eftirfylgjandi og verður fyriskipað og goldið av kommununi. Ætlanin er at hava lívbjargaraskeið í aðru viku í januar 2026 í svimjihylinum í Tvøroyrar skúla)Hevur góðar samstarvsevnir
Er blíður, fyrikomandi, nærlagdur, røkin og álítandi
Hevur áhuga og hugsjónir innan svimjing
Hevur góða heilsustøðu (heilsuváttan krevst)
Tú kemur at starvast saman við einum av verandi lívbargarum tær fyrstu vikurnar.
Setanar- og lønarviðurskifti
Arbeitt verður í einari skiftisskipan, har tríggir lívbjargarar skiftast um at arbeiða eina viku í part og hava frí tvær vikur
Harumframt er eitt reingerðarfólk knýtt at svimjihøllini
Arbeitt er niðursetta tíð svarandi til 0,15 starv
Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Starvsfelagið, lønarflokkur 2, svarandi til eina løn á beint yvir kr. 4.000,- um mánaðin, umframt eftirløn, fyri arbeiði í eina viku og frí í tvær vikur, samsvarandi opningartíðunum í svimjihylinum
Tilvísing er til tekniska leiðaran hjá Tvøroyrar kommunu.
Áhugaði eru vælkomin at ringja til umsitingina hjá Tvøroyrar kommunu fyri at hoyra nærri um starvið á tlf. 611085, ella tosa við ein av virkandi lívbargarunum.
Umsókn saman við prógvum, heilsuváttan og møguligum viðmælum skal vera kommununi í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 9. Januar 2026 kl. 12.00.
(Samb. lóg verður Tvøroyrar kommuna at útvegar barnaváttan, áðrenn setanin kann fremjast endaliga.)
Um svimjihylin
Svimjihylurin er vanliga opin hesar tíðir (broytingar kunnu tó henda):
Týsdag: 16.00 – 19.00 (3 tímar)
Tórsdag: 16.00 – 19.00 (3 tímar)
Fríggjadag: 17.00 – 20.00 (3 tímar)
Leygardag: 13.00 – 17.00 (4 tímar)
Sunnudag: 08.30 – 10.30 (2 tímar)
Søk starvið>>> her:
Umsøkjarar verða mettir eftir fakligum og persónligum førleikum, og Tvøroyrar kommuna tilskilar sær rættin til ikki at seta nakran av umsøkjarunum og – um neyðugt – at lýsa starvið leyst av nýggjum.