fo / en
Totalview HR-rekruttering
Ment av Formula

Starvsmaður/-kvinna

Starvsfólk til grøna toymið hjá Tvøroyrar kommunu

Tvøroyrar kommuna søkir eftir einum dugnaligum og arbeiðssomum starvsfólki til grøna toymið.

Grøna toymið hevur ábyrgd av at røkja, viðlíkahalda og menna grønu økini í kommununi. Arbeiðið er fjølbroytt og fer í stóran mun fram úti í býnum, har tú saman við starvsfeløgum verður við til at skapa rein, væl hildin og hugnalig øki fyri borgarar og vitjandi.

Arbeiðið á grøna økinum er í stóran mun árstíðarbundið, og serliga um várið og summarhálvuna eru nógvar uppgávur innan røkt og viðlíkahald av grønu økjunum. Tí verður væntað, at tann, sum verður settur í starv, eisini er til reiðar at taka lut í øðrum røktar-, viðlíkahalds- og fyrifallandi uppgávum, sum tekniska toymið hjá Tvøroyrar kommunu varðar av alt árið.

Tú verður at virka undir leiðaranum av grøna toyminum, sum er partur av Teknisku deild.

Arbeiðsuppgávur

Arbeiðsuppgávurnar fevna í høvuðsheitum um røkt, viðlíkahald og rakstur av:

  • almennum parkum, grønum økjum og torgum

  • vegjaðarum, blómubeðum og øðrum grønum økjum fram við vegum

  • almennum spæliplássum og fríøkjum

  • kirkjugørðum og grønum økjum við kommunalar stovnar

  • plantasjum og øðrum gróðursettum økjum

Harumframt kunnu uppgávurnar fevna um planting, sláttur, klipping, rudding, vatning, reinhald, smærri ábøtur og annað praktiskt arbeiði.

Tá arbeiðsbyrðan á grøna økinum er minni, verður væntað, at tú tekur lut í øðrum uppgávum hjá Teknisku deild. Hetta kann eitt nú vera røkt og viðlíkahald av kommunalum økjum, bygningum, vegum og ognum, reinhald, rudding, smærri ábøtur og annað fyrifallandi arbeiði.

Tú mást tola at skifta millum ymisk virkisøki og átaka tær aðrar uppgávur, tá serligur tørvur er á tí. Eisini kann arbeiði uttan fyri vanliga arbeiðstíð koma fyri, eitt nú í sambandi við árstíðarbundnar uppgávur, tiltøk ella serlig viðurskifti.

Førleikakrøv

Vit vænta, at tú hevur áhuga fyri grøna økinum og dámar væl at arbeiða úti alt árið. Tú skalt hava hug at gera eitt gott og røkið arbeiði, sum tú sjálv/ur kanst standa inni fyri.

Tað er ein fyrimunur, um tú hevur viðkomandi fakligan kunnleika ella arbeiðsroyndir innan grøna økið, eitt nú við planturøkt, sláttri, klipping, garðrøkt, maskinum ella líknandi arbeiði.

Tú skalt samstundis vera sinnað/ur at átaka tær aðrar praktiskar røktar- og viðlíkahaldsuppgávur hjá Teknisku deild, tá arbeiðið á grøna økinum er minni.

Vit vænta harumframt, at tú:

  • hevur koyrikort til persónbil, bólk B

  • dugir at arbeiða sjálvstøðugt og skipað

  • ert álítandi, ábyrgdarfull/ur og arbeiðssom/samur

  • ert samstarvssinnað/ur og hevur góðan hugburð

  • ert fleksibul og til reiðar at skifta millum ymisk arbeiðsøki

  • ert fyrikomandi mótvegis borgarum, starvsfeløgum og samstarvspørtum

Sum persónur ert tú ágrýtin, røkin og jalig/ur. Tú tekur ábyrgd av tínum arbeiði og ert ein liðleikari, sum gevur eitt gott íkast til starvsplássið.

Setanar- og lønartreytir

Starvið er tímalønt, 40 tímar um vikuna, og verður sett og lønt sambært fastlønarsáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Føroya Arbeiðarafelag.

Møtistaðurin er verkstaðurin hjá Teknisku deild á Hvítanesi; tó kann hetta broytast eftir tørvi.

Tú verður partur av Teknisku deild. Høvuðsarbeiðsøkið verður í grøna toyminum, men tú kemur eisini at taka lut í øðrum røktar- og viðlíkahaldsuppgávum hjá tekniska toyminum alt árið.

Starvið verður sett 1. september ella skjótast gjørligt eftirfylgjandi. Fyrstu tríggir mánaðirnir eru royndartíð.

Nærri fæst at vita

Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við:

Tórun Beck, leiðara av grøna toyminum, ella
Georg Müller, leiðara á Teknisku deild,

á telefon 611085 gerandisdagar kl. 08.00–16.00.

Umsókn

Freistin at søkja starvið er 31 juli 2026, og verður tú vinarligast biðin um at senda umsókn saman við avritum av prógvum, CV og møguligum viðmælum umvegis leinkjuna:  >>>>
Tvøroyrar kommuna tilskilar sær rætt til ikki at seta nakran í starv, og/ella søkja av nýggjum um mett verður, at eingin hóskandi umsøkjari er til starvið.

 

Lagt út tann
17. jul. 2026
Starv
Starvsmaður/-kvinna
Starvsheiti
Starvsmaður/-kvinna
Virki
Tvøroyrar kommuna
Deild
Tekniska deild
Umsóknarfreist
31. jul. 2026
Byrjunardagur
01. sep. 2026
Henda síðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kunna gera tína uppliving betri.
Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal.
Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at fara til síðuna um farspor