fo / en
Totalview HR-rekruttering
Ment av Formula

Námsfrøðingur

NÁMSFRØÐINGUR TIL DAGSTOVNAØKIÐ Í TVØROYRAR KOMMUNU

Søkt verður eftir námsfrøðingi til eina av okkara vøggustovum at byrja skjótast gjørligt ella eftir nærri avtalu.

 

Vil tú vera við til at menna og menta børn á Tvøroyri, ert tú vælkomin við í eitt vælvirkandi toymi, ið er nýhugsandi og kreativt. Starvsfólkabólkurin er samansettur av námsfrøðingum, námsfrøðihjálparum og hjálparfólkum, ið arbeiða væl saman. Dentur verður lagdur á at skapa ein tryggan, mennandi og innihaldsríkan gerandisdag við virðing og umsorgan fyri einstaka barninum og við støði í áhuga, undran og forvitni barnsins.

 

Stovnslýsing

Barnagarðurin Mýrifípan er ein stórur stovnur, har 40 starvsfólk hava sína dagligu gongd. Stovnurin fevnir um vøggustovur, barnagarðsstovur og frítíðarskúlar.

Mýrifípan liggur í eini náttúruperlu í Trongisvági. Skúli, ítróttarhøll og fótbóltsvøllurin við Stórá eru beint við. Vit bjóða eitt áhugavert og mennandi arbeiðspláss, har pláss er fyri ymisleika, og har námsfrøðin støðugt er í menning. Uppgávuna lyfta vit øll í felag. Vit arbeiða út frá eini námsætlan, einum virðisgrundarlagi og mannagongdum, ið eru partur av stovninum.

 

Vit vænta, at tú:

  • leggur dent á virðisorðini tryggleiki, samstarv og fakligur førleiki, sum stovnurin hevur valt skulu hava størsta týdning í arbeiðinum við børnum,

  • brúkar tína námsfrøðiligu vitan í dagliga arbeiðinum,

  • kanst geva børnunum ein tryggan, mennandi og innihaldsríkan gerandisdag,

  • hevur hug og áræði at skapa og seta dám á virksemið á stovninum,

  • dugir at síggja tørvin hjá tí einstaka barninum,

  • kanst arbeiða sjálvstøðugt og tekur ábyrgd,

  • hevur góð samstarvsevnir við foreldur, starvsfólk og aðrar fakbólkar,

  • vísir virðing fyri børnum, foreldrum og starvsfeløgum og virðir teirra ymisleika,

  • sær avbjóðingar fram um forðingar og er hugaður fyri broytingum,

  • hevur visiónir fyri námsfrøðiliga arbeiðinum og hevur hug og áræði at skapa og seta dám á virksemið á stovninum.

 

Setanarviðurskifti

Lønin er sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

 

Meira fæst at vita

Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til leiðaran, Kari Joensen, á tlf. 218737 ella Barbaru Tausen, varaleiðara, á tlf. 781162.

 

Umsókn

Umsóknir, saman við prógvi og møguligum viðmælum, skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 12. oktober 2026 kl. 12.00.

 

Sambært § 2 í barnaváttanarlógini hevur Tvøroyrar kommuna skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.

Um námsfrøðingur ikki søkir starvið, kann námsfrøðihjálpari ella hjálparfólk verða sett í tíðaravmarkað starv.

 

Lagt út tann
28. sep. 2026
Starv
Námsfrøðingur
Starvsheiti
Námsfrøðingur
Virki
Tvøroyrar kommuna
Deild
Barnagarður
Umsóknarfreist
12. okt. 2026
Byrjunardagur
Skjótast gjørligt
Henda síðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kunna gera tína uppliving betri.
Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal.
Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at fara til síðuna um farspor