fo / en
Totalview HR-rekruttering
Ment av Formula

Leiðari til kvøldskúlan

Leiðari til Tvøroyrar Kvøldskúla og frítíðarundirvísing.

Tvøroyrar kommuna søkir eftir dugnaligum og ágrýtnum leiðara til Tvøroyrar Kvøldskúla og frítíðarundirvísing at byrja 1. september 2024 ella skjótast til ber eftir hetta. Talan er um starv, sum er normerað til hálva arbeiðstíð. 

Um starvið

Tvøroyrar Kvøldskúli og frítíðarundirvísing er grunda á løgtingslóg um frítíðarundirvísing, sum ásetur, at kommunur skulu seta á stovn almenna og serstaka frítíðarundirvísing hóskandi øllum borgarum í kommununi, ið eru eldri enn 14 ár.

Et billede, der indeholder tekst, natur, sky, sø Automatisk genereret beskrivelse

Undirvísingin verður boðin út vetrarhálvuna, men undirvíst kann eisini verða í ávísum evnum um várið og um summarið. Frítíðarundirvísingin er sum útgangsstøði staðsett í Tvøroyrar skúla, men kann eisini verða í øðrum hølum í Tvøroyrar kommunu.

Leiðari skal leggja til rættis eitt fjølbroytt undirvísingar tilboð, bæði við lærugreinum innan almenna- og serstaka frítíðarundirvísing, har undirvíst verður innan handalig, listalig og ástøðilig evni.

Skipast kann eisini fyri lærugreinum innan yrki, sum miðja ímóti einum ávísum arbeiðsøki umframt skipa fyri royndar fyrireikandi undirvísing, ið kann enda við góðkendari roynd ella próvtøku.

Í starvinum kemur tú at hava samband við ymiskar áhugapartar, eitt nú næmingar, undirvísarar, skúlaleiðslu og umsiting hjá kommununi, umframt starvsfólk í fyrisitingini hjá Barna- og útbúgvingarmálaráðnum, ið er ábyrgdarpartur av frítíðarundirvísingini.

Førleikakrøv

·       Hevur útbúgving sum fólkaskúlalærari ella samsvarandi útbúgving.

·       Hevur royndir við undirvísing og námsfrøði.

·       Leiðsluroyndir kann verða ein fyrimunur.

·       Kann arbeiða í toymi og eisini sjálvstøðugt.

·       Hevur hug og áræði at menna ein nútímans kvøld- og ungdómsskúla.

·       Hevur áhuga og innlit í samfelags- og lokal viðurskifti í breiðum høpi.

·       Hevur áhuga og kunnleika til fyrisitingarlig viðurskifti.

·       Hevur góð samskiftis- og samstarvsevni.

·       Er væl skipað/ur og fyrikomandi atferð.

Vanta verður,at tú dugir og tímir væl at samskifta bæði í talu og skrift við fólk innan ymisk yrki og samtíðis er smidlig/ur í mun til ymiskar arbeiðstíðir, og verður tú partvíst at starvast eftir vanliga arbeiðstíð.

Setanar- og lønarviðurskiftir

Talan er um eitt hálv tíðarstarv, samsvarandi sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Starvsfelagið.

Tvøroyrar Kvøld- og Ungdómsskúli vísir bygnaðarliga til kommunustjóran. Tvøroyrar býráð setur leiðaran í starv eftir tilmæli frá setanarbólki.

Fleiri upplýsingar um starvið

Fleiri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Fróða Mortensen, kommunustjóra á telefon 611085. Svarar gerandisdagar 09.00-16.00.

Umsókn

Skrivliga umsóknin, saman við CV, møguligum viðmælum og fylgiskjølum, skal sendast talgilt umvegis heimasíðuna hjá Tvøroyrar kommunu.

Samb. løgtingslóg, hevur arbeiðsgevarin skyldu til at útvega sær barnaváttan áðrenn viðkomandi verður settur í starv ella verður settur til uppgávuna.

Freistin at søkja starvið
Umsóknir skulu vera Tvøroyrar kommunu í hendi í seinasta lagi mánadagin 12. august 2024 kl. 12:00.

 

 

Lagt út tann
24. jun. 2024
Starv
Kvøldskúlin
Starvsheiti
Leiðari til kvøldskúlan
Virki
Tvøroyrar kommuna
Deild
Tvøroyrar Kommuna
Umsóknarfreist
12. aug. 2024
Byrjunardagur
02. sep. 2024
Henda síðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kunna gera tína uppliving betri.
Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal.
Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at fara til síðuna um farspor