fo / en
Totalview HR-rekruttering
Ment av Formula

Starvsfólk Tekniska deild

Starvsfólk til Teknisku deild

Tvøroyrar kommunu søkir eftir tveimum starvsfólkum M/K til Teknisku deild.

Arbeiðsuppgávur
Arbeiðsuppgávurnar fevna í høvuðsheitum um:

  • røkt av øllum ognum hjá Tvøroyrar kommunu-

  • tað verði seg viðlíkahald av vegum, bygningum, kloakk- & vatnkervinum, fríðkan av økjum, reinhaldi v.m.

  • aðrar fyrifallandi uppgávur eftir tørvsmeting

Tú verður at vísa til arbeiðsformannin. Tú mást tola at skifta millum virkisøkir og átaka tær uppgávur, tá serligur tørvur er á hesum, her ímillum úrtíðararbeiði.

Førleikakrøv

Vænta verður, at tú hevur viðkomandi fakligan kunnleika og arbeiðsroyndir til anleggsarbeiðir. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir innan handverksvinnuna, sum t.d. betong- og timburarbeiði, tað er tó ikki ein treyt, at tú hevur sveinabræv.

Tú skal hava koyrikort til persónbil. Stóra koyrikortið er ein fyrimunur, tó eingin treyt, men tú mást vera til reiðar at útvega tær stóra koyrikortið seinni, um mett neyðugt. Eisini er fyrimunir, um tú hevur royndir sum maskinførari.

Sum persónur ert tú forvitin og hevur hug at seta teg inn í nýtt arbeiði. Harafturat vænta vit, at tú ert samstarvssinnaður, ágrýtin, dugnaligur og vælskipaður. Tú kanst arbeiðir sjálvstøðugt, ert fyrikomandi og ein arbeiðsglaður liðleikari, ið gevur eitt jaligt íkast til starvsplássið.

Setanar- og lønartreytir

Starvið er tímalønt 40 tímar pr. viku  og verður lønt og sett sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Føroya Arbeiðarafelag.

Tú verður at møta á verkstaðnum hjá Teknisku deild á Hvítanes -hetta kann tó broytast- og verður tú partur av toyminum, ið telur 11. fólk, har av 3 fólk í umsitingini.

Starvið verður at seta 1. august 2024 ella eftir nærri avtalu, og eru fyrstu tríggir mánaðirnir at rokna sum royndartíð.

Nærri fæst at vita

Áhugaðir umsøkjarar, ið ynskja at frætta nærri um starvið, eru vælkomnir at venda sær til Jón Michael Borgardal arb. form, ella Georg Müller leiðari av Teknisku deild, ið kunna røkkast á tlf. 611085, gerandisdagar 08.00-16.00.

Umsókn

Send okkum umsókn saman við avritum av prógvum, lívsrensli og møguligum viðmælum við upplýsingum um royndir umvegis leinkjuna niðanfyri.

(Samb. løgtingslóg, hevur arbeiðsgevarin skyldu til at útvega sær barnaváttan áðrenn viðkomandi verður settur í starv ella verður settur til uppgávuna)

Allar umsóknir skulu vera Tvøroyrar kommunu í hendi, í seinasta lagi fríggjadagin 12. juli 2024 kl. 12.00, og allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. 

Umsøkjarar verða mettir eftir fakligum og persónligum førleikum, og Tvøroyrar kommuna tilskilar sær rættin til ikki at seta nakran av umsøkjarunum og, um neyðugt, at lýsa starvið leyst av nýggjum.

Tvøroyrar Kommuna fevnir um Froðba, Tvøroyri, Trongisvág og Øravík, og tað búgva umleið 1775 fólk í kommununi. Tvøroyrar Kommuna hevur umleið 120 fólk í starvi. Í umsitingini arbeiða 11 fólk. Meira fæst at vita á heimasíðuni hjá Tvøroyrar kommunu www.tvk.fo

 

Lagt út tann
24. jun. 2024
Starv
Starvsfólk Tekniska deild
Starvsheiti
Starvsfólk Tekniska deild
Virki
Tvøroyrar kommuna
Deild
Tekniska deild
Umsóknarfreist
12. jul. 2024
Byrjunardagur
01. aug. 2024
Henda síðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kunna gera tína uppliving betri.
Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal.
Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at fara til síðuna um farspor