fo / en
Totalview HR-rekruttering
Ment av Formula

Starvsfólk til Teknisku Deild 

Starvsfólk til Teknisku Deild 


Tvøroyrar kommuna søkir eftir tveimum starvsfólkum til Teknisku Deild. 
 

 

Arbeiðsuppgávur 
Arbeiðsuppgávurnar fevna í høvuðsheitum um: 
• røkt og viðlíkahald av øllum ognum hjá Tvøroyrar kommunu 
• arbeiði við vegum, bygningum, kloakk- og vatnkervi, fríðkan av økjum, reinhaldi o.a. 
• aðrar fyrifallandi uppgávur eftir tørvi 

Tú verður at vísa til arbeiðsformannin. Tú mást tola at skifta millum virkisøkir og átaka tær ymiskar uppgávur, tá serligur tørvur er á hesum, herímillum úrtíðararbeiði. 

 
Førleikakrøv 
Væntað verður, at tú hevur viðkomandi fakligan kunnleika og arbeiðsroyndir innan anleggsarbeiði. 
Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir innan handverksvinnuna, t.d. betong- ella timburarbeiði, men tað er ikki ein treyt at hava sveinabræv. 

  • Tú skalt hava koyrikort til persónbil (B). 

  • Koyrikort til lastbil (C) er ein fyrimunur, men ikki ein treyt – tó skal tú vera til reiðar at útvega tær hetta, um mett verður neyðugt. 

  • Royndir sum maskinførari eru eisini ein fyrimunur. 

Sum persónur ert tú forvitin, ágrýtin og samstarvssinnaður. Tú tekur ábyrgd, arbeiðir sjálvstøðugt og skipað, og tú ert fyrikomandi og arbeiðssamur – ein liðleikari, ið gevur eitt jaligt íkast til starvsplássið. 

 
Setanar- og lønartreytir 
Starvið er tímalønt, 40 tímar um vikuna, og verður lønt og sett sambært fastlønarsáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Føroya Arbeiðarafelag. 

Møtistaðið er verkstaðurin hjá Teknisku deild á Hvítanesi, tó kann hetta broytast eftir tørvi. 
Tú verður partur av tekniska toyminum, sum telur 14 starvsfólk, harav 2 starvast á grøna økinum og 3 starvast í umsitingini. 

Størvini verða at seta 1. desember 2025 ella eftir nærri avtalu. (Fyrstu tríggir mánaðirnir eru royndartíð) 

 
Nærri fæst at vita 
Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við: 
Jón Michael Borgardal, arbeiðsformann, ella Georg Müller, leiðara av Teknisku deild, á telefon 611085 gerandisdagar kl. 08.00–16.00. 

 

 
Umsókn 
Send umsókn saman við avritum av prógvum, lívsrensli (CV) og møguligum viðmælum við upplýsingum um arbeiðsroyndir umvegis leinkjuna niðanfyri. 

(Sambært løgtingslóg hevur arbeiðsgevarin skyldu til at útvega sær barnaváttan, áðrenn viðkomandi verður settur í starv.) 

Allar umsóknir skulu vera Tvøroyrar kommunu í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 21. november 2025 kl. 12.00. (Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði) 

Umsøkjarar verða mettir eftir fakligum og persónligum førleikum. Tvøroyrar kommuna tilskilar sær rættin til ikki at seta nakran umsøkjara, og – um neyðugt – at lýsa størvini leys av nýggjum. 
 
 

Tvøroyrar kommuna fevnir um bygdirnar Froðba, Tvøroyri, Trongisvág og Øravík, og har búgva umleið 1.775 fólk. Kommunan hevur umleið 120 starvsfólk, og í umsitingini starvast 11 fólk. 
Meira fæst at vita um kommununa á: www.tvk.fo 

 

Lagt út tann
04. nov. 2025
Starv
Arbeiðsmaður
Starvsheiti
Starvsfólk til Teknisku Deild 
Virki
Tvøroyrar kommuna
Deild
Tekniska deild
Umsóknarfreist
21. nov. 2025
Byrjunardagur
Skjótast gjørligt
Henda síðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kunna gera tína uppliving betri.
Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal.
Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at fara til síðuna um farspor