fo / en
Totalview HR-rekruttering
Ment av Formula

Reingerðarfólk

Reingerðarfólk til dagstovnaøkið hjá Tvøroyrar Kommunu.

 

Søkt verður eftir einum reingerðarfólki til dagstovnaøkið í Tvøroyrar kommunu.

Starvið er í barnagarðinum, 15 tímar um vikuna, at seta frá 1. oktobur 2026 ella eftir nærri avtalu.

 

Arbeiðstíðin er mánadag til fríggjadag, eftir kl. 17.00. Tilsamans eru tað 6 reingerðarfólk á dagstovnaøkinum.

 

Dagstovnaøkið fevnir um 4 vøggustovur, tríggjar barnagarðsstovur og tveir frítíðarskúlar.


Vit vænta av tær at tú er:

  • álítandi og røkin.
  • hevur viðkomandi starvsroyndir.
  • likamliga væl fyri.
  • kann arbeiða sjálvstøðugt.

 

Lønin er smb. sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Føroya arbeiðarafelag.

 

Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til leiðaran, Kari Joensen, á tlf. 218737.

 

Umsóknin skal vera okkum í hendi, seinast 18. septembur 2026 kl. 12.00.

Barnagarðurin

Mýrifípan

 

Lagt út tann
07. sep. 2026
Starv
Reingerðarfólk
Starvsheiti
Reingerðarfólk
Virki
Tvøroyrar kommuna
Deild
Barnagarður
Umsóknarfreist
18. sep. 2026
Byrjunardagur
01. okt. 2026
Henda síðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kunna gera tína uppliving betri.
Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal.
Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at fara til síðuna um farspor